Í húsum felagsins eru høli, sum eru sera vælegnaði til mong ymisk endamál. Hølini kunnu leigast til vanligar fundir og tiltøk, fundir og tiltøk, har samkoma verður hildin aftaná, framsýningar og somuleiðis til framførslur av m.ø. tónleiki og sjónleiki. Hølini eru væl útgjørd við hentleikum til fundarvirksemi og somuleiðis útgjørd við køki og allari útgerð, sum kann nýtast í sambandi við nýtslu av hølunum. Her eru trý rúm, sum kunnu gerast til eitt, og tá er pláss fyri uml. 100 fólkum til fundir og samkomur Leiguprísirnir eru fyri styttri fundir ella tiltøk eru 750,- kr., Fundir ella onnur tiltøk allan dagin 1.500,- kr. og til fundir, tiltøk og samkomu í eitt samdøgur 3.000,- kr., fundir, tiltøk og samkomu í (eitt samdøgur) køkur, havastova, miðstova og lítla stova 2.000,- kr. Limir felagsins kunnu leiga hølini til merkisdagar fyri hálvan prís, og vilja limirnir skipa fyri fundum o.l. er tað ókeypis at leiga høli frá felagnum. Bílegging av hølunum fer fram á skrivstovuni. . |